Tú, Lívsins Guð, sum miskunn, náði gevur

Orð: Reidar Holberg
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tú, Lívsins Guð, sum miskunn, náði gevur,
Tú gavst Tín Son, sum offur fyri meg;
tað blóð, sum rann, mær lívið givið hevur,
á Golgata Tú opnar lívsins veg.

Niðurlag: Av tí, Tú livir, skal eg altíð liva,
sjálvt um eg doyggi, livi eg við Tær!
Av tí, Tú livir, skal eg altíð liva,
at takka Tær, sum krossin tunga bar.

2. Tú, Jesus, sum reis upp hin Páskamorgun,
ber vón og troyst hvønn tungan sorgardag.
Eitt ljós varð tendrað mitt í djúpum sorgum:
Tú livir, Tú, sum doyði í mítt stað!

3. Tú livir, Tú, sum valdið hevur fingið,
Tú sigrað hevur synd og deyða, grøv;
Tú vegurin, uppreisnin er og lívið,
eg takki Tær, Tú ævigt lív mær gav.

FavoriteLoadingGoym tekstin