Tú Ljós frá fjarum rúmdum, Tú Morgunstjørna klár

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tú Ljós frá fjarum rúmdum, Tú Morgunstjørna klár,
sum leiðir bát mín yvir myrka dýpið
mót føgru, nýggju verð millum boðabrot og sker,
á Guðs Orðs tryggu kós ígjøgnum myrkrið.

Niðurlag: Og bylgjurnar tær bróta og skýggjut hválvið er,
og vilstir fuglar flúgva inn mót landi,
men fram í mínum báti eg stríði meg á mál;
Tú Stjørna, leið mín bát mót Himnastrondum.

2. Tú Himins vakra Stjørna, hvør signað er Títt ljós,
sum kveikir vón hjá mongum vilstum sálum!
Tú blítt mær vísir vegin til Ævinleikans dýrd,
mítt hjarta tyngt av sorg og neyð Tú grøðir.

FavoriteLoadingGoym tekstin