Tú lýsti

Orð: Poul F. Joensen
Lag: Regin Dahl

Tú lýsti, tá ið fyrst eg teg sá,
ímillum hinar sum havsins hjómur,
tú sum ein sól millum stjørnur var,
sum rósan von millum blómur.

Eg droymdi um teg við Íslands strond,
tá eldgos brandar um himin lýsti,
og undir Grønlands ísbardu strond
í trúgvum barmi teg hýsti.

Tín favnur verður mítt heim og havn,
har stútt tín vinur av langferð lendir,
í hjartað rist er títt kæra navn,
so leingi Beinisvørð stendur.

Eg aftur pløga skal Atlantshav,
til heystar sælur til tín eg stevni;
men sjólátist eg, er títt kæra navn
seinasta orðið, eg nevni.

FavoriteLoadingGoym tekstin