Tú mítt ljós, mítt lív, mín lutur

Orð: Fanny Crosby
Lag: Silas J. Vail
Týtt: Jákup Olsen

1. Tú mítt ljós, mítt lív, mín lutur,
Jesus, meir enn alt hjá mær!
Gjøgnum hesar oyðimarkir
lat meg vera nær hjá tær!

Niðurlag:
Nær hjá tær, nær hjá tær!
Nær hjá tær, nær hjá tær!
Gjøgnum hesar oyðimarkir
lat meg vera nær hjá tær!

2. Fittligar og lættar dagar
vil eg ikki ynskja mær;
tola, líða vil eg fegin,
eri eg bert nær hjá tær.

3. Gjøgnum henda skuggadalin
leið meg, ber meg hagar, hvar
eg teg sjálvan skjótt skal síggja
og tær altíð vera nær!

FavoriteLoadingGoym tekstin