Tú møtti oss, Jesus, við bað títt á sinni

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 21. desember 1959. Broyttur í 2001.

Tú møtti oss, Jesus, við bað títt á sinni
við dópsboðsins lyftum í kórinum inni;
tú signandi hendur út yvir oss breiddi,
av náði tú okkum til faðirin leiddi.

Tú tókst oss í favn, góði himmalski faðir,
– har vilja vit vera um aldur og ævir.
Tá einki kann ríva oss úr tínum hondum,
tí bundin vit eru við kærleikans bondum.

Um mangan vit møðast av dagligu byrði,
tó altíð oss hjálpir vár trúfasti hirði:
”Kom higar, mítt barn”, so hann bønar og biður,
hjá honum tú hvíli, sum skjól er og friður.

Hann mettar oss við sínum lívsælu gávum,
hvørt fet hann oss fylgir í stórum og smáum.
Við altarið likam og blóð sítt oss gevur,
Krist Jesus, sum synd vára útstrikað hevur.

Tú veiti oss styrk her at stremba og stríða
og varðveita trúnna, nú skeiðið man líða,
til roðar í eystri tann fagnaðardagur,
tá sjónskur sæst Sion – tú signaði staður.