Tú ofraði teg fyri meg

Orð: Jákup Olsen

1. Tú ofraði teg fyri meg,
mín Jesus, tí tú elskaði
meg, arma, blinda dára!
Ja, øll mín skuld á teg varð løgd,
so øgilig í tyngd og nøgd –
tú stríddi stríðið svára.

2. Tú særdur vart, so blóðið rann,
vart sligin, tá mín straff teg fann,
tú mátti dómin bera;
tín Faðir mátti sláa teg,
fyrst tá hann kundi frelsa meg
og rættvísan meg gera.

3. Eg aldri rætt kann fata tað,
sum hendi har hin tunga dag,
tá lív tú mátti lata;
ei hjálp, ei linna har tú fekk,
ein botnleys neyð tá á teg gekk,
sum eingin rætt kann fata.

4. Tú trongdur vart – eg friðin fann,
tú doyði, og eg lívið vann,
tín sigur meg nú frøir;
títt offurblóð og deyði tín
er tryggi hvíldarstaður mín,
tað sál og anda grøðir.

5. Áh, tú, sum so meg elskaði,
hjálp mær, at eg má elska teg
av hjartans heilu megi!
Mín sál skal prísa, lova tær,
sum allar syndir mínar bar
og gav mær lív og gleði.

FavoriteLoadingGoym tekstin