Tú og eg á ástartingi

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Amerikanskt

Tú og eg á ástartingi
liggja bleytt í berjalyngi
eina nátt í mánalýsi,
angar søtt av børkuvísu.

Tú og eg á ástartingi
kyssast undir stjørnukringi.
At enda havi eg teg fingið,
o, dreymagentuna hjá mær.

Tó, hetta ein dreymur bert er,
tá eg vakni, hann fer,
eg ynski, at vit vóru her.

Tú og eg á ástartingi
liggja bleytt í berjalyngi
eina nátt í mánalýsi,
angar søtt av børkuvísu.

Tú og eg á ástartingi
kyssast undir stjørnukringi.
At enda havi eg teg fingið,
o, dreymagentuna hjá mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin