Tú opnan sært Guds faðirfavn

Orð: Lina Sandell
Týtt: Jákup Olsen

1. Tú opnan sært Guds faðirfavn
enn fyri teg, ja, teg,
enn rópar Jesus eymt títt navn:
Kom, sál, og trúgv á meg!
Hans náðiboð tær berast her,
og hví tá drálar tú?
Við brúdleypsborðið ríka er
tær sessur boðin nú.

2. Hví ivast tú? Er synd tín reyð,
og níva sorgir teg?
Tín Frelsari í krossins deyð
tók tína straff á seg;
hoyr, sál, hann sigur: Hvør og ein –
og legg tá ikki til:
Eg má tó koma góð og rein!
Nei, komi hvør, sum vil!

3. Tú friðleysi, kom, skunda tær,
og tú, sum byrðar ber,
og hvør tann sál, ið ynskir sær
hin frið, við krossin er!
Teir klovnu brunnar geva ei
tað vatn, ið eina kann
tín tosta sløkkja, sál, áh, nei,
tað eigur eina hann!

4. Og um teg syndin trælkar enn
og heldur tær so fast,
kom nú í dag og Jesus kenn!
Tá hvør ein leinkja brast;
og skógvar, ring og rættferðskrúð
skal Harrin geva tær;
kom, sum tú ert, og ger tað nú!
So Jesus býður tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin