Tú pápi, mamma, tit, sum eiga børn

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tú pápi, mamma, tit, sum eiga børn,
hvønn veg her leiða tit væl tykkar’ børn,
– hin breiða vegin, sum til glatan fer
ella hin smala, sum til frelsu ber?

2. Ein dagur kemur, skjótt mót honum ber,
tá heystað verður tað, ein sáddi her;
tá tit so skulu hesum heimi frá,
sig, hvør skal bjarga sálum tykkar’ tá?

3. Og børnini? Sig, hvat við teimum tá
um pápi, mamma, eru fallin frá?
Um heima tey ei hoyrdu eitt Guðs Orð
og aldri bøn og takk við tykkar’ borð?

4. Sig, skulu tykkar’ børn, Guð hevur skapt,
fyrst leiðast vill og fara so fortapt,
í myrkri ævigum so verða huld?
Og kanska hetta alt var tykkar’ skuld?

5. Á, pápi, mamma, søkið Guð í dag,
og lesið Orðið, so tey hoyra tað!
Og livið soleiðis, at Frelsaran
í tykkar’ lívi klárt tey síggja Hann.

6. Tá so er rógvið stríða lívsins hav,
og pápi, mamma, seta frá sær stav,
tá børnini til Guð sær venda glað:
Á, Harri før oss heim til sama stað!

FavoriteLoadingGoym tekstin