Tú rætti tínar armar so eymt, Harri Jesus

George F. Root
Orð: Ókend/ur
Lag: George Frederick Root

1. Tú rætti tínar armar so eymt, Harri Jesus,
til tey smáu, sum royndu at koma til tín,
og tú tókst tey í favn, legði hendurnar á tey,
segði: „Latið smábørnini koma til mín!“

2. Tú elskar tey enn í sínum spæli og leiki,
tær leingist, at tey skulu leita til tín,
og nú frá tínum hásæti blítt tú tey kallar,
sigur: „Latið smábørnini koma til mín!“

3. Vit takka tær fyri hesi boð, Harri Jesus,
og vit koma nú, Harri, í trúnni til tín,
vit trúgva tínum orði, vit taka tína frelsu,
vit minnast, at tú segði: „Komið til mín!“

FavoriteLoadingGoym tekstin