Tú reisir meg

Martin Joensen
Orð og lag: Brendan Graham
Týtt: Martin Joensen

Tá fallin eri eg og sálin syrgir,
tá hjartað tungt og deyðastúrið er;
tá liggi eg í tøgnini og bíði,
til tú á náttartíð meg vitjar her.

Tú reisir meg, so eg kann tindar treða,
tú reisir meg at ganga bylgjum á!
Eg sterkur eri bert á tínum herðum,
tú reisir meg til meir, enn eg kann ná!
.
Hvørt mannabarn mann eftir onkrum hungra,
hvørt friðleyst hjarta skirvisliga slær.
Men tá tú vitjar, fyllist eg við undran,
og ævinleikan hómi eg í tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin