Tú sáðmaður, ið sáað hevur sáð við lívsins megi

Orð: Petur William Háberg
Lag: Knút E. Háberg

1. Tú sáðmaður, ið sáað hevur sáð við lívsins megi
og tonkti kanska stundum, at tað ei til málið røkk,
ver vísur í, tú ávøkst síggja skalt á Harrans degi,
ei mótið miss, men treystur ver, halt á við bøn og tøkk.

Niðurlag: Jú, tað sprettur og grør rundan um teg,
tað er lív í tí sáði og fræ,
sum tú stundum við sorg hevur sáað,
fulla frukt skalt tú síggja ein dag!

2. Kann vera, at tað stundum sá so vónleyst út og tregið,
tú hevur kanska leitandi um akurlendið hugt
og hildið, at tað køvdist millum tornir og á vegi,
og sumt rann upp á slokk, men doyði aftur uttan frukt.

3. So mangur kann við gleði siga frá, at djúpt í hjarta
fall lívsins sáð, og har tað sínar røtur hevur fest,
í trúgv tey sóu Frelsaran í Orðsins ljósi bjarta,
og hann tey hava latið inn, hin dýrabara gest.

4. Og um tú stundum helt, at ljós títt lítið tóktist loga,
er Jesus tó hin sami, og hann aldri svíkja vil,
við dirvi halt tú fram, og ríkan ávøkst tú skalt skoða,
tí Harrin, sum er trúgvur, leggur signing sína til.

FavoriteLoadingGoym tekstin