Tú sært ei meg, tú sært ei meg

Isaac WattsVictor Danielsen
Orð: Isaac Watts
Lag: Johann Crüger, F.H. Hutchins
Týtt: Victor Danielsen

1. Tú sært ei meg, tú sært ei meg,
men Son tín, Gud, sært tú!
Meg sært tú eina latnan í
hans hvíta rættferðskrúð;
men um tú sást meg uttan hann,
ei vón var fyri mær,
eg stóð ei, Harri, enn ein dag,
ein tíma fyri tær!

2. Men nú tú hyggur burt av mær
og sært á Jesus bert;
ígjøgnum deyða hans og blóð
tú nú mín vinur ert!
Tí hann er nú mín rættvísi,
mín friður og mítt alt;
hann stríddi fyri meg og vann,
og skuldina hann galt.

3. Ei hetta lætt at skilja er,
men orðið lýgur ei,
um kenslur, vit og alt í mær
so eina sigur nei;
tað stendur so í orðinum,
og tí, tí trúgvi eg
og syngi: Prís tær veri, Gud,
at náðin frelsti meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin