Tú sál, í myrkri sokkin

Orð: Julia H. Johnston
Lag: Ira David Sankey
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: Believe ye that he is able?

1. Tú sál, í myrkri sokkin,
sum leingist ljós at sjá,
kom, trúgv, at hann er mentur,
og ljós tú tá skalt fá!

Niðurlag: Áh, hygg á Jesus eina!
Tað gevur sálum vón;
kom, trúgv, at hann er mentur
at geva blindum sjón!

2. Hans eyma hjarta tykti
jú synd í fólkinum,
og hann er enn hin sami,
tó nú í Himlinum.

3. Hann biður teg at trúgva:
Kom, sál, og lít á meg!
Guds milda Anda leingist
til hann at leiða teg.

4. Kom nú! Tí nú er stundin,
tá frelsa býðst tær til;
kom, sum tú ert, til Jesus
og sig: Eg veit, hann vil!

FavoriteLoadingGoym tekstin