Tú sál, sum gongur ófrelst

Orð: Levi Joensen
Lag: George James Webb

1. Tú sál, sum gongur ófrelst
á undirgangsins veg,
kanst tú nú ikki steðga
og hyggja runt um teg?
Hygg, hvussu tíðin ekur
so skiftandi avstað,
og syndabyrðin veksur
og tyngist dag um dag.

2. Skjótt hoyrast kann basúnin,
og fellan gloppin er,
í Satans klóm tá fastur,
í Helviti tú fer.
Har tannagrísl og grátur
um ævir bíðar tær,
har boðast eingin náði,
har eingin miskunn fær.

3. Vilt tú nú ikki heldur
her broyta tína kós
mót dýrdarinnar høllum,
har gleði er og ljós?
Har sita Ábraham, Ísak
og Jákup lið um lið.
Hvør hugnaligt har verður.
– Vilt tú ei koma við?

4. Men skalt tú inn í staðin,
eitt pass tú fáa má.
Tú trúgva mást á Jesus,
sum leið á Golgata.
Nú kanst tú sjálvur velja,
hvat pláss tú hava vil;
men spurningurin hastar,
ver skjótur, ger teg til.

FavoriteLoadingGoym tekstin