Tú sál, sum kennir teg móða

Orð: Óli Reinert
Lag: Sophie Hedvig Dedekam

1. Tú sál, sum kennir teg móða
og troytta av hesi verð,
vit eiga jú vinin góða,
sum Frelsari okkara er!
Hann geva kann hvíld og gleði
og mettar ta svongu sál,
hann finnist á nátt sum á degi;
hann eiga er hægsta mál.

2. Tú hjartað til jarðar mást boyggja,
heilt niður til Jesu fót,
og alt títt hugmóð má doyggja,
fyrst tá fært tú lív og mót;
hvíl so í Jesusar favni,
tí eingin er góður sum hann,
og prísa tá hansara navni,
sum sál tína metta kann!

3. Ta lukku, tín sál eftir tráar,
tær gevur ei henda verð,
tann sálin, sum Jesus tváar,
hon eina lukkulig er;
tey, Jesus her hava funnið,
tey vita, hann góður er;
í Jesusi hava vit vunnið
alt tað, sum vinnist her.

FavoriteLoadingGoym tekstin