Tú, samkomunnar høvur

Charles Wesley
Orð: Charles Wesley
Lag: Edwin Moss
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Head of Thy church triumphant

1. Tú, samkomunnar høvur,
vit fegin teg tilbiðja,
tí koma tín
er nær um sýn,
vit lov og tøkk tær siga.
Vit lyfta sálum, røddum,
og hjørtum mót tær venda,
vit lyfta hátt
tín veldismátt
– tú bjarging vildi senda.

2. Tí navni vit hálova,
sum leinkjur allar loysti,
og hevja hátt
tann Dýrdardrott,
sum okkum endurreisti.
Á hvørjum nýggjum degi
vit mangan hava sannað,
at hann, ja, hann
á stormi vann
– tá fánaði alt annað.

3. Um vandasjógv vit sigldu,
og ódnin mundi herja,
tú, sum veitst alt
og hevur talt
hvønn dag, sum tú vilt verja.
Í tær vit kunnu fegnast
og vitnisburðin bera
um kærleik tín,
meg vann til sín,
sum ævigt eg skal vera.