Tú sást meg gráta í Guds húsi

Orð og lag: Artie Glenn
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Crying in the chapel

1. Tú sást meg gráta í Guds húsi,
men gleðitár har fullu við.
Har fekk eg sanna troyst at kenna,
sælan frið mær Harrin gav.

2. Og við teimum, eyðmjúkt søktu
saman har á bønarfund,
bað eg Harran um meir styrki
til at liva stund um stund.

Niðurlag: Eg hevði søkt, men fann ongan frið
og ongan sannan kærleika við.

3. Í Guds húsi kann eg gleðast,
har øll saman eru knýtt,
nærri Harranum kann dragast,
syngja prís kann honum frítt.

Niðurlag: Tú hevur søkt, men fanst ongan frið
og ongan sannan kærleika við.

4. Alt, sum nívir teg og tyngir,
far til Harran við í bøn,
byrðar tínar tá hann lættir,
gevur uggan tær í løn.