Tú signing ber á øllum leiðum tínum

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Vilhelm Gregersen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur um leið 1960.

Tú signing ber á øllum leiðum tínum,
tú signing fekk á halgu skírnarstund;
tær Jesus gav, sum øllum børnum sínum,
vón, kærleik, trúgv í tína barnalund!

Tú signing ber í barnaheim títt kæra;
úr hjartakeri oys tað nýggja vín
og leska øll, ið tyst fram við tær fara;
tí, sum tú oysir, fyllist sálin tín!

Teim signing ber, ið her so vónleys stríða
og kenna sorg, ja, deyðans kalda favn;
teim fegin gev, og tolin tú kanst bíða
til sælu stund í tryggu himnahavn!

Teim signing ber í heimsins tokukleimi,
– av sannleiks vegi farin burtur frá;
teim vegin vís á lívsins orð og heimið,
ið ævigt grundað er oss himni á!

Tú signing ber í heidna manna hjarta,
ja, nær og fjar har Gud ei kendur er!
Væl megnar Harrans kærleikssól hin bjarta
at bræða burtur frost og hjartagler!

Tú signing ber á øllum leiðum tínum!
Um óvinur tær tyngir lívsins veg,
so fjálga hann við kærleiks klæðum tínum
og fjal hann, eins og Harrin fjalir teg!

Tú signing ber! Uppal várt sinn at vera
sum títt, o, Jesus, tær vær skyldum alt.
Tú signing vár, lær okkum signing bera
og vera heimsins ljós og jarðar salt.