Tú Skálafjørður, breiði favnur tín

Orð: Nancy Vesturbú
Lag: Nancy Vesturbú og Jógvan Telling Joensen

1. Tú Skálafjørður, breiði favnur tín,
og har á armi yndisbygdin mín,
sum fagrast er í summarsól og dýrd,
við tignarheiti Kongshavn ert tú skírd.

2. Tá sólin árla skoðar yvir grund
við Strandalandið fyrst hon hevur fund,
og bygdin trívist – søguevni nógv,
tó mest um innan eingjagarð við Sjógv.

3. Á vetri skikkjan stundum hvít og fín
og Stórafjall í skærum kongalín,
tá norðljós spælir hædd og herðum á,
ta dreymamynd man goyma hvør, ið sá.

4. Um kvøldið elljós leiftra kring tín barm,
tey stava bjørt og skapa vakran karm
um fjørðin her har bátar til og frá
teir koma – fara eftir tørv og trá.

5. Ja, tignarheitið lagt er í tín favn,
og fyrr her sluppir lógu stavn um stavn;
sí, tíðin nú sær setir onnur mál,
her byggjast størri skip nú, helst úr stál’.

6. Á Skála bygt er mangt eitt dygdarfar,
um heimsins høv tey ferðast víða hvar.
Her miðvíst arbeið’ hvønn ein yrkadag
á fríðum fløtum – vakurt bygdalag.

7. Eitt høvuðspláss er Runavíkar havn,
har mangt umskipast fólkinum til gavn,
tí havsins gáva reiða kann mangt borð,
á sjógv og landi skapast betri kor.

8. Og Toftavatn er vakurt nær íhjá,
har Løkur stríður rennur omanfrá,
um nykin gitna gongur gomul søgn
av fedrum søgd, so hana kenna øll.

9. Við Skálafjørðin – yndisstaður mín –
mong byggja heim kring prúða favnin tín,
har nýggjar ættir skoða dagsins ljós,
o, Harri, signa fet og livsins kós. –

FavoriteLoadingGoym tekstin