Tú skalt fáa mín morgun

Orð og lag: Tom Paxton og Fred Åkerström
Týtt: Steintór Rasmussen

Handan frystan rút dansar vetrarsólin veika
Gjøgnum glasið ein glæma á kroppin bleika
Hárið flýtur vilt sum væna línið
Vart tú vakin eg skuldi givið
Tað sum ei frá mær er blivið
Men tú skalt fáa mín morgun
Og tú fært mín dag

Og sólin klatra upp eftir gluggaklæði
Handan tínu eyga trínur dreymakvæði
Sum hóvur tær, tað er sum tú lær
Vart tú vakin eg skuldi givið
Tað sum ei frá mær er blivið
Men tú skalt fáa mín morgun
Og tú fært mín dag

Handan gluggan hoyrist sangur í haga
Sum várbarnið er ótolið aftur fer at daga
Hoyra vit tað lag sum jørðin syngur
Vart tú vakin eg skuldi givið
Tað sum ei frá mær er blivið
Men tú skalt fáa mín morgun
Og tú fært mín dag

Á summarfuglaveingjum blunkar eyga
Pannu tíni perlur og hár í sólarreyða
Og flúgva inn í sterka ljósið
Vart tú vakin eg skuldi givið
Tað sum ei frá mær er blivið
Men tú skalt fáa mín morgun
Og tú fært mín dag

FavoriteLoadingGoym tekstin