Tú skalt ikki stúra

Orð og lag: Kirk Franklin
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: My life is in your hands

1. Tú skalt ikki stúra
og ikki óttast, nei!
Vón er fyri framman,
Gud kennir tína leið!
Tú eigur vinin Jesus,
hvørt tár hann turka kann.
Og ert tú hjartabrotin,
tá kalla bert á hann.

Niðurlag: :,: Eg veit, at eg skal sigra
og náa himmalstrond.
Hvat enn kann koma á mín veg,
mítt lív er í Guds hond. :,:

2. Koma sorgir, royndir,
sum níva niður teg.
Svíkja bestu vinir
og kaldar vísa seg.
Tá minst til vinin Jesus,
hvørt tár hann turka kann.
Og ert tú hjartabrotin,
tá kalla bert á hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin