Tú skapaði okkum til frælsi og frið

Orð og lag: Holger Lissner
Týtt úr donskum: Salomon J. Joensen
Viðmerking: Týddur í 1979.

1. Tú skapaði okkum til frælsi og frið,
til í ábyrgd og álit’ at fylgja tær við.
Tín jørð skuldi dyrkast,
títt verk eiga tign,
afturfyri vit kendu ei sorg ella vikn.
Vit gingu á kvøldi í Eden.

2. Tú gavst okkum heimin og loyvi til frítt
at pløga og heysta tað land, sum er títt.
Alt framdi tín gleði
við kærleikans dreym’,
og vit ótu av trænum og nýttu tann streym,
sum rennur av lívi í Eden.

3. Men kærleikans sæla kann tykjast so blind,
í frælsinum sníkti seg freistingin inn,
og menniskjan fell,
tá um markið hon fór.
Nú kenna vit vondsku og sjúku og klór,
og vit mistu rætt vár til Eden.

4. Várt arbeiði kennist sum høpileyst stríð,
har peningi, ognum vit meta alt í.
Tín jørð verður dyrkað
títt verk fær væl tign,
men ofta við bannandi orðum og lygn.
So fjart er várt lív nú frá Eden.

5. Hó vitan og kunnan vit standa í stað,
bert tú, Gud, kanst broyta várt banningar lag.
Lat kærleik tín kennast,
og send okkum boð,
at enn tú oss elskar, og enn er tað so,
tú bíðar oss aftur í Eden.

FavoriteLoadingGoym tekstin