Tú skapti okkum, himnafaðir

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 18. mars 2009.

Tú skapti okkum, himnafaðir,
og allan skapning foldum á.
Tú okkum føðir, okkum klæðir,
til vit her fara foldum frá.
Ja, fríska luft tú okkum gav
og fagurt land og fongríkt hav.

Her fedrar várir undan gingu,
teir veltu bø og bygdu garð.
Frá teimum alt til láns vit fingu,
– tað gáva Guds alt samalt var,
ið mær og tær var litin til
at røkta væl, sum Harrin vil.

Hjálp okkum, Harri, tí at nýta
várt vit og skil at tæna tær,
so at vit aldri næsta sýta
ta hjálp og troyst, ið tørvar har,
og at vit verja luft og hav
og landið alt, tú okkum gav.

Av mær og tær tað kravt skal verða,
tá lívssól vár til viðar fer,
at Gudi vit tá aftur bera
tann arv, ið okkum læntur er.
Gev Gud, tá heilsan ljóðar har:
tøkk, tænari, tú trúgvur var!