Tú søkjandi sál

Orð: Óli Reinert
Lag: Elieser Poulsen, Leivur Guttesen

1. Tú søkjandi sál,
tú, sum Gud kennir ei,
áh, so stutt er tín leið!
Tú veitst, at Gud er til,
men ikki, hvat hann vil.

2. Tú friðleysa sál!
Tann, ið biður til Gud,
hann fær gleði í lut;
hann kennir seg so nær
hjá Gudi, sum alt sær.

3. Tú tráandi sál!
Hesa stund eigur tú;
søk til Harran tí nú!
Tær Jesus er so nær,
hvønn lítlan tanka sær.

4. Tú stúrandi sál!
Tú kanst finna tær frið;
her fær samvitskan grið,
um Jesusi bert tú
títt hjarta gevur nú.

5. Tú skelvandi sál!
Her er friður at fá,
um tú líta vilt á
tað, sum Gud hevur sagt,
á kærleik hans og makt.

FavoriteLoadingGoym tekstin