Tú spyrst um mína lukku og hvar hon stavar frá

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: O, underbara Golgata, där Jesus göt sitt blod / They’re underneath the blood of the cross of Calvary

1. Tú spyrst um mína lukku og hvar hon stavar frá,
hoyr her: Mín synd hon hvarv!
Um onnur mína gleði og frímóð undrast á,
eg veit, mín synd hon hvarv!

Niðurlag: Á, undurfulla Golgata, har Jesus gav sítt blóð,
har gjørdist sál mín frí, og synd mín hvarv
í gloymskuhavið djúpa, í náðarinnar flóð,
hygg, har mín synd hon hvarv!

2. Við Guðs Orðs gamla altar har náði Guðs eg sá,
eg veit, mín synd hon hvarv!
Mín Harri vann mítt hjarta og Satan flýggja má,
eg veit, mín synd hon hvarv!

3. Tá Satan vil meg freista og taka vil mín frið,
eg veit, mín synd hon hvarv!
Um iva hann vil sáa um frelsu mína við,
eg veit, mín synd hon hvarv!

4. Mítt eitt og alt er Jesus, mín friður nátt sum dag,
eg veit, mín synd hon hvarv!
Av hjarta eg nú syngi til Hann eitt takkarlag:
Eg veit, mín synd hon hvarv!

FavoriteLoadingGoym tekstin