Tú spyrt kanska, hvussu eg kann vita víst

Orð og lag: Mosie Lister
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: His hand in mine

1. Tú spyrt kanska, hvussu eg kann vita víst,
veruligur Harrin er – og ivin í tær brýtst?
Svara kann eg, at hans kraft er opinber –
hond hans heldur míni trygt, tað mær nóg mikið er.

Niðurlag: Aldri eina gangi eg – hann heldur mær,
styðjar meg hvørt lívsins stig,
og snávi eg, so veit eg, hann er nær.
Og hann roynast trúgvur skal á míni ferð.
Hond hans heldur míni trygt, tað mær nóg mikið er.