Tú stendur, Harri Jesus

Orð: William Walsham How
Lag 1: Justin H. Knecht, Richard Redhead
Týtt: Victor Danielsen

1. Tú stendur, Harri Jesus,
við hjartans stongdu dyr,
so elskandi og tolin,
tú stendur enn sum fyrr!

2. Tú bankar, Harri Jesus,
og hygg, tín hond er særd,
títt høvur krýnt við tornum,
tín eyma ásjón bard!

3. Áh, undurfulla náði,
at so tú standa vilt!
Tó syndin steingir dyrnar,
tú kallar enn so milt.

4. Til tín hann talar, vinur:
Eg doyði fyri teg;
og letur tú tá aftur,
vilt ikki hoyra meg?

5. Lat upp nú, sál, og hoyr hann,
og trúgv á hann í dag,
lat hjartað svara honum
eitt heilt og ódeilt ja!

FavoriteLoadingGoym tekstin