Tú sum brotið hevur míni trælabond

Robert LowryAlbert Benjamin SimpsonVictor Danielsen
Orð: Ókendur
Lag 1: Robert Lowry
Lag 2: Albert Benjamin Simpson
Týtt úr donskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Du som bryder lænker
Viðmerking: Upprunaliga enskur sálmur

1. Tú, sum brotið hevur
míni trælabond,
tú, sum frælsi gevur
gjøgnum tína Ond!
Ei eg longur beri
harða fangajarn,
undir lóg ei eri,
men, áh, Gud, títt barn!

Niðurlag: Tín eg eri, Jesus,
eina tín, eina tín,
keyptur til at vera,
Jesus, eina tín!

2. Fram í ljósi ferðast
sjálvt ein myrkan dag,
sjálvur ljós at gerast,
kor so góð er tað;
og í halgum prýði
standa honum nær,
ganga við hans síðu,
lukka er tað mær.

3. Til hitt myrka fongsil
meir ei fari eg,
hjartans djúpa longsil
náðin stillaði;
øðrum boð eg beri:
Komið, komið við,
frelst og sæl nú verið,
kennið Harrans frið!

FavoriteLoadingGoym tekstin