Tú, sum ert á veg til faðirhúsið

Orð: Josef Samuel Rogner
Lag 1: Josef Samuel Rogner
Lag 2: Johannes Alfred Hultman
Týtt: Petur William Háberg
Upprunaheiti: Pilgrim som på väg till fadershuset

1. Tú, sum ert á veg til faðirhúsið,
leysur skjótt frá øllum trongdum gerst,
hoyrir tú frá einglakórum brúsið
– skjótt ein sangari tú sjálvur ert.

Niðurlag: Áh, skalt tú verða við,
tá songurin sum brimið hart skal duna
gjøgnum himmalsins høll einaferð?
Sig, skalt tú verða við
í hvíta skaranum við dýrdarsætið,
sum Lambinum sligna syngur prís.

2. Lurta, sál mín, aftanklokkan ljóðar
fagrari, enn nakar hevur hoyrt!
Er tað síðstu ferð, hon sálir móðar
kallar heim til Dýrdarlandið várt?

3. Einglaljóð og Lambsins ljómi fylgja
mær til dýrdarportrið staðnum í,
trygt eg hvíli, slætnað er hvør bylgja –
longslar stillaðir og strítt alt stríð.

4. Jesu blóð upp latið hevur liðið,
prís til Gud, tað opið síðan stóð,
tann er frelstur, sum inn hevur stigið
– skalt tú uttanfyri standa tó?

FavoriteLoadingGoym tekstin