Tú, sum frelsir, áh, hvør signað

Lag: Henry T. Smart
Týtt: Victor Danielsen

1. Tú, sum frelsir, áh, hvør signað
er hitt søta navn, tú ber!
Jesus! Nøvn øll onnur blikna,
tú, tú eina høgur er;
tú, sum frelsir, tú, sum frelsir,
sæla mín ert eina tú!

2. Djúpt í synd fortaptur lá eg,
Satans leinkja helt mær fast,
leiddur av hans snilda ráði
gekk mót Helviti við hast;
tú, sum frelsir, tú, sum frelsir,
sum ein brand tú tókst meg út!

3. Tín við sátt og tín í ævir,
tín við eiði, tín við blóð!
Aldri koma skal tann dagur,
at títt lyfti fast ei stóð;
tú, sum frelsir, tú, sum frelsir,
áh, hvør stórt at vera tín!

4. Tá eg skal títt andlit síggja
og teg rætt tilbiðja tá,
syngja tær hin songin nýggja,
tína fullu frelsu sjá,
tú, sum frelsir, tú, sum frelsir,
eina tín er æran har!

FavoriteLoadingGoym tekstin