Tú, sum stundum kennir, at tú ei sló til

Orð og lag: Ókendur
Týtt úr svenskum: Kajfinn Hammer

1. Tú, sum stundum kennir, at tú ei sló til,
at tín dag tú ikki fekk at bera til,
hvørt eitt vindeyga og hvørja hurð lat upp
og lat sól og summar inn!

Niðurlag: :,:Lat nú sól og summar inn,:,:
hvørt eitt vindeyga og hvørja hurð lat upp,
lat Guðs náði streyma inn!

2. Tá títt hjarta tyngt av kvøl og trega er,
farnar hendingar og gerðir ilt tær ger,
hvørt eitt vindeyga og hvørja hurð lat upp
og lat sól og summar inn!

3. Tú, sum klagar tí tín leið bleiv tung og svár,
tí tú ei gav Guði tíni ungdómsár,
hvørt eitt vindeyga og hvørja hurð lat upp,
lat Guðs náði streyma inn!

4. Tú, sum hevur mist í dag tín frið við Guð,
tú kanst nú í honum aftur fáa lut,
hvørt eitt vindeyga og hvørja hurð lat upp,
lat Guðs náði streyma inn!

5. Og tá Freistarin frá tær vil stjala alt,
og tú fall í freisting, tá ið mest tað galt,
hvørt eitt vindeyga og hvørja hurð lat upp,
lat Guðs náði streyma inn!

6. Hóast heimsins myrkur, hóast lívsins stríð,
tú Guðs frið kanst kenna tínum hjarta í,
hvørt eitt vindeyga og hvørja hurð lat upp
og lat sól og summar inn!

7. Hóast myrkir skuggar kunnu reisa seg,
ver tó glaður og vís øðrum á Guðs veg;
sýn tú teimum Heimsins Ljós og á tey minn:
Lat Guðs náði streyma inn!

8. Vilt tú vera eydnusamur her á ferð,
vilt tú kenna sæluna, Guðs sól tær ber,
hvørt eitt vindeyga og hvørja hurð lat upp
og lat sól og summar inn!

FavoriteLoadingGoym tekstin