Tú, sum várt bikar hevur fylt

Orð: Jane Crewdson
Lag: Isaac Smith, James Walch
Týtt: Jákup Olsen

1. Tú, sum várt bikar hevur fylt,
við náði okkum møtt,
tær tøkk fram ber várt hjarta stilt,
ja, fyri beiskt og søtt!

2. Vit takka fyri turru leið
og vøtn so still og fríð,
tey tungu spor, vár fótur steig,
og miskunn tíð um tíð.

3. Vit takka fyri smíl frá tær,
um við, um mót tað ber,
og krúnuna, vit fáa har,
og fyri krossin her.

4. Takk fyri ljósa framtíð har,
takk fyri tað, sum svann,
takk fyri frið, tann frið frá tær,
sum aldri missast kann!

FavoriteLoadingGoym tekstin