Tú, sum viltist burt frá heiminum

Orð og lag: Herbert H. Booth
Týtt: Victor Danielsen

1. Tú, sum viltist burt frá heiminum,
burt frá lívinum og ljósinum,
áh, hvør beiskt tú mangan kennir,
hvussu syndin pínir, brennur!
Kom tú heim aftur til Faðir tín!
Har er ljós og friður, breyð og vín,
hann teg elskar, býður tær til sín,
áh, kom nú, kom!

Niðurlag:
Náðin lyftir av tær byrðina,
blóðið burtur tekur skuldina,
sigur fært tú yvir syndina,
áh, kom nú, kom!

2. Kom nú, armur, sjúkur, sum tú ert!
Jesus býður tær at koma bert;
hann vil ongan frá sær stoyta,
sum í neyð til hann vil leita;
hann er deyður fyri teg og meg,
syndir várar legði hann á seg,
Harrans ynski er at reisa teg,
áh, kom nú, kom!

3. Stutt og tóm er frøin her á fold,
rósan reyða verður brátt til mold,
lívið skjótt sum streymur rennur,
deyðin onga miskunn kennir;
sum tú sáar her, tú heystar har,
ver tí klókur nú og ansa tær!
Enn kann reisast alt, sum fallið var,
kom tí í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin