Tú svíkti ei

Orð: Martin Joensen
Lag: Jákup Zachariassen

Nú skínur hon aftur, mín sól so fríð.
Tann vetur tungi tók sína tíð.
Nú gloymd er ódnin og dapra náttin,
– tú svíkti ei, tú gloymdi aldri meg.

Í dimma dali gekst tú frammanfyri mær á nátt.
Tú ruddaði mær slóð og beindi meg á rættan veg,
– tú svíkti ei, tú gloymdi aldri meg.

Tá myrkast var náttin tú birti ljós,
so eg fann aftur á tína kós.
Mjørkin lætti, ljóst varð aftur,
– tú vardi meg, tú barn títt svíkti ei.

Í dimma dali gekst tú frammanfyri mær á nátt,
tú tendraði mær ljós so bjart at lýsa mær á leið.
Tú vardi meg, tú barn títt svíkti ei.

Nú lýsur hon aftur mín sól so blíð,
og um hon so hvørvur handan ský,
veit eg, at hon kemur aftur,
– áh, sig mær hví, tú elskar meg so nógv?

Í dimma dali gekst tú frammanfyri mær á nátt,
tú bar meg yvir stríðan streym og gjøgnum djúpu gjógv,
áh, sig mær hví, tú elskar meg so nógv?

FavoriteLoadingGoym tekstin