Tú, systir og bróðir, her yvir títt lív

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tú, systir og bróðir, her yvir títt lív
seta kanst tey mest lívsælu orð
um undrið, ið hendi, tá tú fríað vart út:
Tað gjørdi Guð, tað gjørdi Guð!

Niðurlag: Hann leinkjurnar loysti av
og Lívsins Anda mær gav;
ein skínandi skrúð tá mín sál fekk í lut,
– tað gjørdi Guð!

2. Lá um Tabors hæddir her mangan tín leið
og er skýfríur himmal tín her,
tú aldri mást gloyma, men tóna tað út:
Tað gjørdi Guð, tað gjørdi Guð!

3. Tá einaferð náa tú skalt Lívsins Land
og skalt standa við Glarhavsins strond,
tá sál tín í ævir skal glað tóna út:
Tað gjørdi Guð, tað gjørdi Guð!

FavoriteLoadingGoym tekstin