Tú talar, tú talar um veður og vind

Orð: Lina Sandell
Týtt: Victor Danielsen

1. Tú talar, tú talar um veður og vind,
men í eini verð, sum í synd gongur blind,
har tørvar at tala um Jesus;
tú talar um tíðindi, ring ella góð,
men minst, hvat tú talar, at mest tørvar tó
at tala um Jesus, um Jesus!

2. Tú talar um kongar og um tað, sum er
sett høgt og í virðing í hesari verð –
hví talar tú ikki um Jesus?
Tú talar um kríggj og um vitskap og slíkt,
men hann, sum hitt fátæka hjartað ger ríkt –
hvat talar um hann tú, um Jesus?

3. Tú talar, tú talar – um hvat talar tú?
Um stríðsspurning mangan? Men gloym ikki nú:
Tað er ei at tala um Jesus!
Er talan um kristindóm – minst tó til tað:
Hitt navn, sum ger fallin og hjálparleys glað,
um tað mást tú tala, um Jesus!

4. Áh, minst tó, at tungan, ið Harrin tær gav,
hon einaferð leggja skal roknskapin av,
um hon hevur talað um Jesus!
Ein dag fyri honum skal boyggjast hvørt knæ,
hvør tunga skal vitna og viðganga tað,
at Kongur og Harri er Jesus.

5. Hann, hann er tann sólin, sum ei fer í kav,
hann lívskeldan er, sum Gud heiminum gav;
áh, skammast tá ikki við Jesus!
Á jørð og í Himli er valdið jú hans,
hann ber nú hin lívsins ófølnandi krans –
skalt tú tá ei viðkennast Jesus!
6. Hann, hann er jú vinurin trúgvi, sum teg
við blóðinum keypti av undirgangsveg –
ver glaður at tala um Jesus!
Hann elskar teg ævigt, hann svíkur teg ei,
er við tær á deyðans tí einsligu leið –
so tala tá, tala um Jesus!

FavoriteLoadingGoym tekstin