Tú tók ímóti mær

Orð og lag: Eyðun Nolsøe

Tú tók ímóti mær so brún
Berføtt heit og nær
Í eygum brunnu túsund ljós
Lýstu fyri mær

Vit gingu út og bygdu borg
Á snøggum strandarlendi
Og leiddust heim til ástarból
Brátt bjartir brandar brendu

Mítt lív var fult av fløkjum
Og mítt álit hekk á høkjum

So tak meg við og stoyt meg burt
Tí einki meir eg vinni
Uttan enn eitt opið sár
Og ei finst nakar linni

Mítt lív var fult av fløkjum
Og mítt álit hekk á høkjum

FavoriteLoadingGoym tekstin