Tú, Tú ert í ævir

Orð og lag: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Yrktur í mai 2012.

1. Tú, Tú ert í ævir,
Tú, Tú ert mín Guð,
Tú, Tú øllum ræður,
Tú, mín Frelsari og Guð.

Niðurlag: Tær í ævir eg skal prísa,
syngja Mósesar og Lambsins song.
Tá hvør tunga skal ásanna
Jesus Teg sum Harra, Guð og Kong.

2. Tú, Tú ert mín Klettur,
Tú, mítt lív, mítt starv;
Tú, Tú stendur eftir
um hvør stjørna svann og hvarv.

3. Tú, Tú ert mín Hirði,
Tú, Tú ert mítt ráð,
Tú ert míni virði,
Tær øll signing kemur frá.

4. Tú, Tú ert mín Kongur,
Tú, Tú ert mín borg,
Tú, Tú ert mín songur,
Tú, mín Guð í gleði, sorg.

6. Tú, Tú ert mín skýggi,
Tú, Tú ert mín sól,
Tú – í neyð mín uggi,
Tú – á deyðans stund mítt skjól.

FavoriteLoadingGoym tekstin