Tú ungdómur fríði

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 11. februar 1964.

Tú ungdómur fríði
á lívsfrísku ferð,
so hart stendur stríðið
í villandi verð.
Í andanna sali
har ert tú á vali
ta tíðina her.
Tú ferðast við skundi, men veitst tú,
hvar leiðin tín ber?

Tú droymir um gleði
á tínari ferð;
tú roynir við megi
at ogna tær her
alt, lív títt kann njóta,
so einki skal tróta
– í villandi verð.
Tú ferðast við skundi, men veitst tú,
hvar leiðin tín ber?

So mangur ein ungur
av leið vilstur er,
í andstreymi tungum
um boðar og sker
hann liggur og blakast,
og skip hansar skakast
– í villandi verð.
Tú ferðast við skundi, men veitst tú,
hvar leiðin tín ber?

Á, unglingar, steðgið
tí villini ferð!
Á Golgata heyggi
enn bjargingin er;
gev Kristi lívsróður,
hoyr, systir og bróðir,
lýð kall hans nú her!
Vit ferðast við skundi, men vita,
hvar leiðin tá ber!

Hon ber til vár faðir
í himmalsins borg,
í ljósið um ævir,
har ókend er sorg,
í syngjandi skara, sum lambinum æra
í himmalsins borg.
Vit ferðast við skundi tá vónrík
– til Himmalsins borg!

FavoriteLoadingGoym tekstin