Tuflan

Orð: Kemm Poulsen
Lag: Wild rover
Viðmerking: Yrktur í november 2015.

1. Vit sótu eitt kvøldið – á eini krógv
Vit sungu og drukku – og klokkan bleiv nógv
Á lærinum á mær – sæt eiggiligt sprund
ljóshærd og vøkur – hillig og rund.

Niðurlag: Oh nei, nei, nei aldrin, vil eg flongjast við reim
So nú brúki eg selar, og komi edrúur heim.

2. Vit tømdu mangt glasið – úr fløskuni rann
Hon fekk meg at føla – meg aftur sum mann
Eg gloymdi meg burtur – tann løtan var góð
Men visti at heima – sat kona mín óð

3. Við eitt stendur kona mín – barrini í
Tað sást beinanvegin – at hon ei var blíð
Frillan á knænum hon fekk nokk ein skrekk
Hon tømdi sær glasið – og so var hon vekk.

4. Eg føldi meg lítlan – ja sum eina lús
Tá hon tók í mín kraga – og dróg meg til hús
Men skilið bleiv verri – tá vit komu heim
Tí hon fór í skápið – og fann eina reim

5. Eg fekk kvalma av ræðslu – tað fyri mær mól
Eg kreyp undir borðið – at leita mær skjól
Eg græt, bað um náði – men hon segði nei
Flongdur eg bleiv – og í dyntli tað sveið

6. Av lyndi var kona mín – mild og so góð
Men tá íð eg drakk – bleiv hon frætør og sló
Eg tori ei longur – at smakka mær á
Tí eg veit, hvat íð hendir – um konan tað sá.