Tulipanærin

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus

Tað var ein fagran summardag,
øll lambamæ tey vóru glað,
á Vaglinum var púra logn,
og sólin skein á pylsuvogn.

Við pylsuvognin stóð ein ær,
tvey smálomb hevði hon við sær.
Tey vóru svong, tey liðu neyð,
tí Arni hevði jagstrað tey.

Tætt við ein gomul kona stóð,
hon var so tjúkk, hon var so góð.
Hon vá eitt skippund ella tvey
og hevði alsk til heimaseyð.

Tólv hot-dogs keypti hon við skund
og gav so hesum heitan hund.
So hugnaligt um Vaglið reyk,
tá ið tey ótu hund og leyk.

Tá hetta máltíð liðugt var,
tey fóru, bæði lomb og ær,
tí sinnoppur er kryddur sterkt,
at eta tulipan-dessert.

Tey ótu tulipanir sjey,
so nú tey hava onga neyð,
nú hava øll trý fulla vomb
– tann neyðars ær og hennar’ lomb.

Og hetta er eitt fínt bevís,
at Havnin er eitt paradís
bæði fyri lomb og ær,
um bara eingin Arni var.

FavoriteLoadingGoym tekstin