Tulkast ei kann hvat ið skoðað eg havi

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Tulkast ei kann hvat ið skoðað eg havi:
Frelsunnarverkið á Golgata heyg!
Røkkur til skýggja, er djúpt eins og havið,
frelsa kann sálir frá glatan og neyð.

2. Síggja eg fekk, øll tey frelstu tilbóðu
Lambið hitt slaktaða, fagnaðu Tí;
ótaldir skarar, Tað keypti við blóði,
Tí skulu prísa til æviga tíð.

3. Aldri, nei, aldri, eg sál mína selji
til tað, sum ikki á Orðið er bygt!
Sjónin, eg sá, ger at heldur eg velji
læru ápostlanna – standi har trygt!

4. Øll tey sum himpraðust sjónfátæk fóru,
fóru við Lot til hin lokkandi dal;
eg vil tó søkja tær hæddir, sum bóru
skriftfastar sjónir – og tikið mítt val!

5. Ei meir mót Sodomoslættanum líti,
sjónin, eg sá, mangan bjartari er!
Læru ápostlanna aldri eg býti
við tað sum óbíbilskt kemur og fer.

6. Skjótt lættir tokan og skýggini rivna,
Jesus, Yahshua, í skýggjunum sæst;
tey, sum í Kristusi doyðu, tá livna,
sjónin eg sá stóð, tá alt annað brast!

7. Skuldi Hann drála og deyðin hin sterki
fyrstur á gátt meg vitjaði her,
fari eg trygt undir Frelsarans merki,
– sjónin, eg sá, ævigt upprunnin er!

FavoriteLoadingGoym tekstin