Tung eru stig á fjøllunum her

Orð: Óli Reinert
Lag: Jørgen P. Santon

1. Tung eru stig á fjøllunum her
um hetta deyðans landið;
Jesus, leið meg á hesi ferð!
So dvínir allur vandi.
Leiðin gongur til lívsins land,
um mangan illgongt var;
har er eingin, sum kyndir brand,
og gleðin ei endar har.

2. Lívsins landið eg hómi brátt,
til hetta eg meg gleði;
tá er burtur øll heimsins nátt,
har aldri skýmir á degi.
Lívsins landið er dýrdarríkt,
so mikið fata vit her;
einki á fold er tí landi líkt,
har sálarvón okkara er.

3. Góð ein verulig hvíla er
fyri likam og sinnið;
Jesus, meg til ta hvílu ber!
Sjálvur eg ei hana finni.
Jesus, ber meg tey síðstu stig
inn í títt ríki har!
Tá er komið á mál og mið,
og líkur eg verði tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin