Tungfør her leiðin er

Orð og lag: Robert Emmett Winsett
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Jesus is coming soon

1. Tungfør her leiðin er,
óttafull mong hon ger,
frælsið, vit njóta her,
hótt er so smátt.
Eyðmýk títt hjarta hart,
so himmalljósið bjart
skínur í myrkrið svart,
vakna tí brátt!

Niðurlag: Jesus skal koma brátt –
á middegi ella nátt.
Lúðurin ljóðar hátt
skýggjunum frá.
Upp skulu rísa deyð,
saman við okkum tey
flyta úr sorg og neyð
hiðani tá.

2. Kólna skal kærleikin,
syndbylgjan floyma inn,
áður enn dagurin
renna upp skal,
tá yvireingils rødd
boðar til endurfødd:
Loyst nú er sálin mødd,
æviga sæl.

3. Skjótt verður burt alt ilt,
brúsandi havið stilt –
tann dag, hans andlit milt
vit skulu sjá.
Gleðin ómetalig,
signingin ævinlig,
tá vit við Harrans lið
frelst skulu stá.