Turvelvandi drøgg

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Gjørdist nummar eitt í “Sangkapping 1993”, sum varð fyriskipað av FUT og UTF.

Fløkist í tankunum
á myrku køldu nátt,
haldi meg síggja teg,
men alt er burtur brátt.
Hómi eitt lítið ljós,
á køldu gongubreyt,
har í rúsinum eg lá og fleyt.

Frosttung er vetrarnátt,
– nú móti morgni bar,
skuggar á gøtuni,
teir stardu at mær.
Flamman í vindinum,
hon brendi fyri tær,
lýsti upp í náttarhválvið skær.

Rópi á skuggarnar,
sum fara skjótt framvið.
Kanska teir hjálpa mær,
og taka meg við.

Stari í vónloysi,
í rútum lýsir gylt.
Ígjøgnum reyðu tokuna,
tú brosaði so milt.
Gyklandi hvørvisjón,
nú birtist fyri mær,
kanska tað mót nýggjum tíðum bar.

Rópi á skuggarnar,
sum fara skjótt framvið.
Kanska teir hjálpa mær,
og taka meg við.

Flamman er slóknað nú
og alt er vorðið kvirt.
Foldin er avkavað
á gøtuni er myrkt.
Stingir í arminum,
og andlitsbrá er fjart,
bara góða tú nú hjá mær vart.

Rópi á skuggarnar,
sum fara skjótt framvið.
Kanska teir hjálpa mær,
og taka meg við.

FavoriteLoadingGoym tekstin