Túsund bjartar stjørnur lýsa

Orð: Gerd Grønvold Sauce
Lag: Per Harling
Týtt: Jóhan við Neyst

1. Túsund bjartar stjørnur lýsa
bláa, klára himli á.
Kvøldarfriðurin vil vísa
mær á bønarleguna.
Hjarta mítt vil takka, prísa
fyri gávur Himli frá.

2. Eri fjald í tíni náði,
fái umsorgan hvønn dag.
Harri, bert í tínum ráði
kann eg hvíla sæl og glað.
Altíð hvíld og frið eg fái
við mítt stilla bønarstað.

3. Tá ið sorg og saknur níva,
Jesus Kristus, troysta meg!
Eina tínir veingir líva,
tá ið syrgin eri eg.
Angist, pínur burtur blíva,
tá eg síggi, Jesus, teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin