Túsundtals ár

Orð og lag: Uni Arge

Onki eg veit um tær løtur
sum eg bíði eftir í kvøld
eg hómi valla tær gøtur
sum eg gangi komandi øld
eg kenni á mær ein iva
og felli eitt friðarligt tár
hvar skal eg fara og liva
í komandi túsundtals ár

Hvør verður hjá mær á degi
og hvør heldur um meg á nátt
hvar skal eg leita mær megi
at stíga um ókenda gátt
eg veit at byrja má ferðin
mær leingist tó eftir í gjár
nær kemur aftur tann verðin
eg kendi í túsundtals ár

Mær hjálpir ikki tann ótti
sum trokar seg fram av og á
eg kann ei reika sum flótti
ið mist hevur innastu trá
nú má eg velja og skilja
at val eru onkuntíð svár
tað sum eg skal má eg vilja
í komandi túsundtals ár

So lat bara tíðina koma
og alt tað sum hon ber við sær
lat bara verðina broytast
tað farna eg goymi í mær
varliga skal eg nú stíga
við sannføring í míni sál
og meðan árini líða
so veit eg – eg komi á mál

FavoriteLoadingGoym tekstin