Tveir vegir fyri framman – ein ganga tú má

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tveir vegir fyri framman – ein ganga tú má’,
vel rætt nú meðan tíð er, um málið tú vilt ná’!
Til Himmalin fer annar, hann førir heim til Guð,
á hinum ævigt myrkur og kvøl tú fært í lut!

Niðurlag: Hvat velur tú so, hvat velur tú so?
Tveir vegir fyri framman – hvønn gongur tú á?
Hvat velur tú so, hvat velur tú so?
Vel rætt, nú meðan tíð er, skal Himmalin tú ná’!

2. Tvær gøtur einans eru, ein mjá og ein breið,
á hini fyrru Jesus víst fylgir tær á leið.
Hin gøtan er so skýmlig, tú veitst ei hvar hon fer,
í myrkri mást tú ganga, hon mangan snudd tær ber.

3. Hin fyrra hon er illgongd, men styrki tú fær’,
og Andans kraft tú kennir, tí Jesus er tær nær.
Tú møtir mongum roynslum á henni tað er vist,
men sigur altíð veitir tær Harrin Jesus Krist.

FavoriteLoadingGoym tekstin