Tvey, ið eru góð

Orð: Harry Birtilíð
Lag: Hermann Jacobsen

Nú skal eg aftur fara
út á tann langa veg,
sig mær farvæl, mín kæra,
sig, at tú elskar meg.

Tað er ei við mín vilja,
havið er náðileyst.
Aftur tað skal meg skilja
frá tær til næsta heyst.

Sáran mítt hjarta grætur,
sjálvt um mín muður lær.
Tráðandi dag og nætur,
leingist eg eftir tær.

Tímin er nær mín kæra,
skipið er klárt, eg má
siga farvæl og fara,
tak meg í favn tín tá.

Tak meg í favn, tín søta,
sig at tú elskar meg.
Enn er ein lítil løta,
áðrenn eg fari mín veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin